Ert tú ungur og keðir teg?

Kom og vitja okkum í Húsinum!

Ein túr niðan á Kjøl

Um veðrið verður gott leygardagin, so ætla vit at gera ein túr niðan á Kjøl. Túrurin er lættur, men tekur umleið hálvan annan til tveir tímar at ganga, frá tí at farið verður frá Húsinum, og til vit eru aftur í Húsinum. 

Tiltakið er fyri tey sum ganga í 7. flokki og eldri. 

Um Húsið
Húsið er fyri øll børn og øll ung frá 3. flokki til 18 ár.

Húsið er í gerandisdegnum karmur um frítiðarvirksemi hjá børnum frá 3. flokki og til og við 18 ár. Her hava vit tað stuttligt, hugnaligt og kanska læra vit eisini okkurt um hvønn annan og um verðina sum heild.

Her eru ikki nógvir reglar, men teir fáu, sum eru, ganga vit høgt uppi. Her fara vit væl við hvørjum øðrum, her nýta vit ikki rúsdrekka, og her stendur bannikrukkan frammi, um onkur skuldi verið so óheppin at sagt eitt banniorð.

Her er Húsið karmurin, starvsfólkini amboðini og børn og ung innihaldið. Her skapa vit saman, mennast saman og uppliva lívið saman.

Seinasta úr húsinum

Beinir til Løgmann.....ynskja tey ungu í Húsinum
Í Húsinum hava tey ungu eisini verið á val í kvøld. Tey vóru biðin at velja flokk og at seta kross v…
61% av ungum í Húsinum siga nei til Suðuroyar-tunnil
Í gjár var atkvøtt um ein møguliga suðuroyartunnil millum tey ungu í Húsinum. Tað var eitt friðarli…
2/­3 av ungum í Húsinum fyri fosturtøku­lógini
Í seinastu viku var val um fosturtøkulógina í Húsinum. Valið var ein avleiðing av øllum teimum sera…
Húsið hátíðarheldur 20 ára dag
Fríggjadagin 27 februar eru júst 20 ár síðani Húsið læt hurðarnar upp fyri børnum og ungum í Norðoyg…
Gávukort frá Húsinum í gávu?
Visti tú av, at tað ber til at keypa gávukort frá Húsinum? Tú kanst keypa gávukort á júst tí upphæd…
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - alment tiltak
Hósdagin bjóðar Húsið inn til felagsdøgurða og pallborðsfund. Vit ynskja at sígggja børn, ung, fore…
Vís fleiri >

Komandi tiltøk

01 mai
2026
Húsið stongt - Dýri Biðidagur
Dýri biðidagur er altíð fríggjadag, áðrenn 4 sunnudag eftir páskir. 
14 mai
2026
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Hetta er dagurin, tá Kristus reis til himmals og gjørdist høgra hond Guðs. Kr. Himmalsfaradagur er altíð 6. hósdag eftir skírishósdag, og fellur í ár á 14. mai. Av tí, at skúlin hevur laght ein frídag fríggjadagin 15. mai, so fara vit í eitt longt vikuskiftið - síggjast aftur 18. mai sum vanligt:)
25 mai
2026
Húsið stongt - Hvítusunna
Vís øll tiltøk >

Løtumyndir

Løtumyndir