Um Húsið
Húsið er í gerandisdegnum karmur um frítiðarvirksemi hjá børnum frá 3. flokki og til og við 18 ár. Her hava vit tað stuttligt, hugnaligt og kanska læra vit eisini okkurt um hvønn annan og um verðina sum heild.
Her eru ikki nógvir reglar, men teir fáu sum eru, ganga vit høgt uppi. Her fara vit væl við hvørjum øðrum, her nýta vit ikki rúsdrekka og her stendur bannikrukkan frammi, um onkur skuldi verið so óheppin at sagt eitt banniorð.
Her er Húsið karmurin, starvsfólkini amboðini og børn og ung innihaldið. Her skapa vit saman, uppliva lívið saman og mennast saman.