Ert tú ungur og keðir teg?

Kom og vitja okkum í Húsinum!

Um Húsið
Húsið er fyri øll børn og øll ung frá 3. flokki til 18 ár.

Húsið er í gerandisdegnum karmur um frítiðarvirksemi hjá børnum frá 3. flokki og til og við 18 ár. Her hava vit tað stuttligt, hugnaligt og kanska læra vit eisini okkurt um hvønn annan og um verðina sum heild.

Her eru ikki nógvir reglar, men teir fáu, sum eru, ganga vit høgt uppi. Her fara vit væl við hvørjum øðrum, her nýta vit ikki rúsdrekka, og her stendur bannikrukkan frammi, um onkur skuldi verið so óheppin at sagt eitt banniorð.

Her er Húsið karmurin, starvsfólkini amboðini og børn og ung innihaldið. Her skapa vit saman, mennast saman og uppliva lívið saman.

Seinasta úr húsinum

Deiligur dagur - takk fyri øll somul
1. mars hátíðarhildu vit, at Húsið hevur havt opið fyri børnum og ungum í Norðoyggjum í 18 ár. Svakt…
Opið hús fríggja­dagin 1. mars kl. 17.00
27. februar 2006 lótu hurðarnar í Húsinum upp fyri ungdóminum í Norðoyggjum fyri fyrstu ferð. Tað me…
Vegna veður er Húsið stongt í dag 31. januar
Vegna veður er Húsið stongt seinnapartin í dag. Vit taka støðu seinni, um vit hava opið fyri teimum…
Vit leita eftir námsfrøðingi ella líknandi 20 tímar um vikuna
Húsið leitar eftir námsfrøðingi ella líknandi til eitt spennandi og stuttligt starv - longd freist…
Lestrarstarv í Húsinum - tað hevði verið kul, ha?
Í Húsinum eiga vit tey fittastu, kulastu og stuttligastu ungu fólkini. Nú hevur tú møguleika at koma…
Manglar tær enn onkra jólagávu?
HVat við einum limagjaldið frá Húsinum? Tað loysir seg. Við í prísinum er limagjaldið fyri restina a…
Vís fleiri >

Komandi tiltøk

25 apríl
2024
Húsið stongt - Flaggdagur
Síðani 25. apríl 1947 hava vit hátíðarhildið flaggdagin. Tað gera vit eisini í ár:) Vit halda tí frí, og vóna at nógv fólk møta upp til flaggdagshald ymsa staðni í landinum at hátíðarhalda føroyska flaggið
26 apríl
2024
Húsið stongt - Dýri Biðidagur
Dýri biðidagur er altíð fríggjadag, áðrenn 4 sunnudag eftir páskir. 
02 mai
2024
KVISS við Jeggi
Veitst tú eina rúgvu? Nú sleppur tú í øllum førum at royna teg. Jeggi hevur gjørt eina svaka kviss, og tað snýr seg sjálvandi um at vinna:) Kom oman ein túr og royn teg - kanska tú vinnur okkurt:)
Vís øll tiltøk >

Løtumyndir

Løtumyndir