Limur í Húsinum
Tú kanst gerast limur í Húsinum, men tað er einki krav. Øll børn og ung í aldrinum frá 3. flokki til og við 18 ár eru hjartaliga vælkomin í Húsið, um tey eru limir ella ikki.
Um tú ert áhugað/ur í at gerast limur, so skalt tú gjalda 400,- kr til eitt av starvsfólkunum. Limagjaldið er galdandi fyri skúlaárið 2026/2027.
Fyrimunurin við at vera limur er, at tú fært eina coola Húsið-hettutroyggju (galdandi til eingin er eftir), fært boð beinleiðis inn á telefonina, tá tiltøk eru, og tú fært eitt limakort.
Umframt tað, so fært tú avsláttur, tá tiltøk eru í Húsinum, sum tú skalt gjalda fyri. Tað kann t.d. vera, tá vit skipa fyri jólafrokosti, útferðum, pyjamas-party ella diskotek.
Tú fært eisini:
10% í avsláttri frá Sport 24,
15% í avsláttri uppá ísbland frá Kafé Fríða
10% í avsláttri uppá vørur til skúlabrúks (blýantar, viskileður, linealir o.s.fr.) frá Bókabúðini.
Alt tú skalt gera er at vísa eitt galdandi limakort.
Fyri tey ungu, sum hava teknað seg sum lim, verður tað har umframt opið 1. týskvøld í hvørjum mánaða - fyrstu ferð í september 2026.
Fyri at gerast limur skalt tú fylla út tilmeldingarskjalið, sum tú fært frá einum av starvsfólkunum í Húsinum ella taka niður her Síðani skalt tú koma aftur við skjalinum og 400,- kr (til ber at gjalda við kort), so fært tú eitt limakort og eina hettutroyggju frá okkum.
Um tú ivast í onkrum, so ert tú sjálvandi vælkomin at venda tær til eitt av starvsfólkunum í Húsinum