61% av ungum í Húsinum siga nei til Suðuroyar-tunnil
Í gjár var atkvøtt um ein møguliga suðuroyartunnil millum tey ungu í Húsinum.
Tað var eitt friðarligt kvøld, so her vóru bert 46 ung. Tó so var luttøkan góð - 44 av 46 ungum atkvøddu, sum svarar til 95,65%.
Kjakið gekk væl, og tá avtornaði vóru 27 atkvøður ímóti einum Suðuroyartunnli og 17 fyri - tað svarar til ávíkavist 61,3% og 28,7% (eitt sindur rundað:))
Fyri tey flestu, sum atkvøddu nei, var orsøkin at vit ikki hava ráð til eina so stóra og dýra íløgu, men onnur atlit vóru eisini...so sum trygd, og at tey ungu halda, at tað er hugnaligt at fara suður við Smyrli.
Fyri tey, sum atkvøddu ja, var tað atlitið til suðuroyingar - at tað hevði gjørt, at suðuroyggjin ikki var so avbyrgd, at tað hevði gjørt tað lættari hjá suðuroyingum at koma til og frá arbeiði í miðstaðarøkinum, og ikki minst, at alt Føroyar varð knýtt meiri saman.