26 oktober
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
26 oktober
2026
Jónas Jam
Tey ungu hava ynskt sær eina tónleikaløtu saman við Jónas. Tey ynskja at sleppa at spæla ljóðføri og at syngja, so nú hava vit syrgt fyri bæði at seta løtuna á skrá, men eisini at útvega teimum ljóðføri, so tey kunnu sleppa at spæla - har er okkurt fyri øll, so ikki er neyðugt at halda seg aftur
27 oktober
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
28 oktober
2026
Út av Húsinum-dagur - børn
Í dag fara vit út av Húsinum.......Vit ganga ein túr, fara ein biltúr, keypa inn, fara at vitja onkran ella okkurt heilt annað, men í øllum førum fara, tey sum tíma, út av Húsinum eina løtu. Men stúr ei -  Húsið er eisini opið sum vanligt.
28 oktober
2026
Útferðardagur - ung
Hvønn mikudag fara 2 starvsfólk í egnum bilum við upp til 8 ungum onkrastaðni. Tað kundi t.d. verið at spælt paddel í Runavík, vitja við Prestá á Skála, biograf í Havn, ein túr runt Toftavatn ella bara ein biltúr til Viðareiðis - bert hugflogið setur mørk. Av tí, at bert 8 ung sleppa við, so krevu…
29 oktober
2026
Rørslu- og spældagur
Hósdag er rørsla og spæl á skránni. Kanska vit gera yoga, kanska vit gera just dance ella kanska vit jonglerað ein bólt. Hvør veit, hvat vit í felag kunnu finna uppá, men í øllum førum fara vit at røra okkum og spæla
29 oktober
2026
Húsfundur fyri børn
Hvønn mikudag hava vit húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Húsið ella kan…
29 oktober
2026
Vit fara at seyma
Í kvøld kemur Unn Baldursdóttir at leggja okkum lag á at seyma. Vit vóna, at øll klára at gera okkurt, sum tey kunnu taka heim við, og at tit hava lært okkurt, sum tit eisini kunnu brúka heima. Um tú eigur onkur gomul klæðir, ella onkrar restir av onkrum, so ert tú vælkomin at taka tað við. Hetta…
29 oktober
2026
Húsfundur fyri ung
Á húsfundinum tosa vit um, hvussu tað gongur. Vit taka praktisk ting upp og kunnað um komandi tiltøk ella verkætlanir. Eisini hava tit ungu her ein upplagdan møguleika at gera vart við ting, at koma við huskotum o.s.fr.
06 november
2026
Konsert við Grandma's Basement - ung
Eru tit klár? Fríggjalvøldið 6. november koma Grandma's Basement at spæla tí útsettu konsertina fyri okkum í Húsinum. Tað verður svaklt, so minst til at seta tær x í kalendaran:)
20 november
2026
Casino - ung
Seinasta ár var okkara Casino-kvøld eitt stórt hitt, so vit royna sjálvandi aftur í ár:), so set x í kalendaran 20. november 2026 Hetta er galla galla, so nú er at finnna síni fínastu klæðir fram, tá miðhæddin verður umgjørt til eitt fancy Casino. Vit spæla sjálvandi ikki um pengar, men onkrir vin…
20 desember
2026
Vit eru farin í jólafrí
Vit eru farin í jólafrí. Vit ynskja tykkum eiina fantastiska jólaferiu. Vónandi fáa tit alt, tit hava ynskt tykkum, men vónandi hava tit eisiini brúkt ein part av frítíðina uppa, at vera saman við tykkara familjum og vinum. Í øllum førum, gleða vit okkum at síggja tykkum aftur í nýggja áriinum
13 februar
2027
Vit hita upp til Valentine's dag - ung
Av tí at tað er sunnudagur, tá Valentine's dagur er, so hátíiðarhalda vit kærleikan leygarkvøldið 13. februar. Tað gera vit við, at vit pynta okkum og finna ymiskar mátar at vísa kærleika uppá:) Kom ein túr framvið og føl kærleikan Dresscode: galla
15 februar
2027
Vetrarfrí
Frí frí frí frá skúlaskeldarí:)  - vit síggjast aftur mánadagin væluppløgd og vælhvíld:)
21 mars
2027
Páskastongt
Nú er páskastongt. Vónandi hugnar tú tær, men et ikki ov nógv páskaregg