Felagsdøgurði og pallborðsfundur - alment tiltak
Hósdagin bjóðar Húsið inn til felagsdøgurða og pallborðsfund.
Vit ynskja at sígggja børn, ung, foreldur, systkin, ommur, abbar, langommur, langabbar og øll onnur til ein góðan bita í Húsinum hósdagin frá kl. 17.00 til einki er eftir. Vit selja ein døgurðatallerk fyri 50,- kr (børn undir skúlaaldur 25,- kr), eisini ber til at keypa sær okkurt søtt afturvið einum kaffimunni. Yvirskotið av søluni fer til at stuðla krabbameinsfelagnum. Øll, sum keypa sær ein døgurðatallerk eru samstundis við í lutakastinum um ein jólakalendara frá Nutella.
Kl. 18.30 hava vit fingið umboð fyri allar politisku flokkarnar í Býráðnum at luttaka í einum pallborðskjakið um framtíðiina hjá Húsinum, og at spyrja inn til, hvar tað, sum tey lovaðu okkara børnum og ungu áðrenn valið, liggur nú og um gongd er í. Árni Gregersen verður orðstýrari.
Umframt tað, so eru vit so heppin, at Christian Rodell hevur roynt seg við bananmix og nutellamix til soft-ice-maskinuna - tað hava tit høvið at verða tey fyrstu sum royna. Tað halda vit er nokk so spennandi.
Seinastu tíðina hava børn og ung gjørt ymiskt, sum tey hugsa at selja fyri at samla pening inn til krabbameinsfelagið, so eisni tí hava tit høvið at stuðla. Sjálvandi hava vit eisini eina heimagjørda bússu, so møguleiki er at stuðla við einum oyra
Vit vóna sjálvandi at síggja nógv fólk - øll eru hjartaliga vælkomin
Um onkur er áhugaður, so eru her vallyftini og úrslitið av valinum í Húsinum. Hetta var lagt á heimasíðuna eftir at valúrslitið í Húsinum var klárt:
VAL Í HÚSINUM 2024
Mánakvøldið og í dag hava børn og ung verið á val í Húsinum.
Tey ungu og børnini kundu velja millum lyftini, sum ymsu politisku flokkarnir hava givið Húsinum
A: Víðka upplatingartíðirnar, betra um útiøkið og tónleikastudio
B: Betra útiøkið og tónleikastudio
C: Víðka upplatingartíðirnar
E: Ókeypis mat hvønn dag og lektiukafe
H: Víðkaðar upplatingartíðir og heilsugóðan mat til sámuligan prís.
274 børn og ung hava avgreitt sína atkvøðu, so valluttøkan kann ikki sigast annað enn at hava verið góð:)
Úrslit:
A: Fólkaflokkurin fekk 91 atkvøður og 4 umboð
B: Sambandsflokkurin fekk 19 atkvøður og 1 umboð
C: Javnaðarflokkurin fekk 26 atkvøður og 1 umboð
D: Sjálvstýri fekk 12 atkvøður og einki umboð
E: Tjóðveldi fekk 114 atkvøður og 5 umboð
H: fekk 3 atkvøður og einki umboð
7 atkvøður vórðu ógildaðar
Nú verður spennandi at síggja, um valið í Húsinum eisini avspeglar vaksna veruleikan:),og hvussu eitt býráð fer at síggja út 1. januar 2025. Í øllum førum rokna vit við at víðka upplatingartíðirnar, fáa ókeypis mat, fáa gjørt økið uttanfyri og at eitt studio verður gjørt:)