Skriva fyri lívi - ung
Í kvøld koma umboð frá Amnesty Føroyar at vitja í Húsinum. Tey fara at greiða eitt sindur frá tí arbeiðnum tey gera, og so fara tey eisini at greiða okkum frá, hví Skriva fyri lívi er eitt so umráðandi átak, og hvussu átakið kann ávirka úti í altjóða samfelagnum.
Í ár varpar Skriva fyri lívi ljós á søgunar hjá fólkum hvørs lív í stóran mun eru vorðin ávirkaði av valdsgerðum hjá myndugleikum.
Í ár skriva vit fyri
Ruth López, El Salvador
Sakførari og mannarættindaverji sum varð handtikin í 2025. Hon er enn varðhaldsfongslað, hóast hon ikki gjørdi annað enn at verja mannarættindi á ein friðarligan hátt.
Daria Egereva, Russland
Umhvørvisrættvísisaktivistur og upprunafólk sum er í vanda fyri at fáa 20 ára fongsulsrevsing fyri friðarliga aktivismu.
Ayachi Hammami, Tunesia
Mannarættindasakførari sum er ákærdur fyri yvirgangstengd brotsverk, hóast hann bert gjørdi sítt arbeiði sum sakførari. Hann hevur fingið 5 ára fongsulsrevsing.
Owen Chow, Hong Kong
Sjúkrarøktarfrøðilesandi og aktivistur sum bleiv handtikin í 2021 fyri sítt politiska arbeiði. Hann hevur fingið 12 ára fongsulsrevsing, og hevur sitið í eina kliva í meira enn 3 ár.
Amnesty Føroyar skrvia sjálvi soleiðis um júst hetta átakið: Átakið hóskar seg væl til ung, tí søgurnar hjá fólkunum hvørs mannarættindi ikki eru vird eru ítøkilig dømir um, hví mannarættindi hava týdning og skulu virðast. Við at skriva samhugabrøv ella áheitanarbrøv læra tey ungu um samábyrgd, og at vit øll kunnu gera ein mun. Eisini læra tey um týdningin av at siga frá í felag.
Vit vóna sjálvandi at síggja nógv ung, so vit fáa sent nógv brøv, og kanska kunnu verða partur av, at rættvísi verður fyri hesi fólkini, sum vit skriva fyri