Útferð - Tónating í Gulu Smiðju - ung
Kemur tú við? Vit fara á Tónating í Gulu Smiðju.
Bólkar úr Margarinfabrikkini, Húsinum við Ánna, Staðnum, Gulu smiðju, og so spæla okkara egnu ANUA eisini.
Gula Smiðja skrivar soleiðis um tiltakið:
Aftur í ár bjóðar Gula smiðja ungum tónleikarum (13-18 ár) til tónating í Gulu smiðju í Saltangará.
Almenn konsert við bólkum og einstaklingum úr ymiskum ungdómshúsum verður hóskvøldið 23.4 frá kl19.30
Umframt bólkar úr Gulu smiðju, koma bólkar úr Margarinfabrikkini, Húsinum í Klaksvík, Staðnum í Vestmanna og Virkishúsinum við ánna at framføra.
Villiam S. Joensen og Dávur Samuelsen gera ljós og ljóð
Konsertin endar við framførslu við Tunghoyrt, sum vórðu kosnir ársins spíri á FMA 2026
Tað er ókeypis at koma við, men tú mást teknað teg hjá einum av starvsfólkunum í Húsinum í seinasta lagið mikukvøldið 22. apríl kl. 22.00