Vit velja forfólk til Nýskipanarnevndina

Á húsfundinum hóskvøldið 19. mars varð avgjørt at seta eina Nýskipanarnevnd.

Nýskipanarnevndin hevur til uppgávu at koma við uppskotum til, hvussu Húsið kann gerast enn betur fyri tey ungu.

9 umboð verða í nevndini umframt eitt starvsfólk í Húsinum. Starvsfólkið í Húsinum hevur ikki atkvøðurætt, men er bert við sum vegleiðari.

Nýskipanarnevndin hevur ongar heimildir, men skal koma vera røddin hjá teimum ungu og koma við tilmælum til leiðsluna í Húsinum um betri mannagongdir, seta orð á ynskjir, koma við uppskotum til, hvussu Húsið kann gerast júst tað tilboðið, sum tey ynskja sær.

Mánadagin skal forfolkið hjá nevndini so finnast. Valið gongur fyri seg á instagram, so øll okkara ungu hava møguleika at velja, hóast tey ikki hava møguleika at møta upp í Húsinum mánakvøldið.

Tað eru 5 ungir menn, sum bjóða seg fram sum forfólk. Teir eru:

Anfinn

David

Dávur

Elias

Herman

Fram til mánakvøldið hava teir 4, sum ynskja at verða forfólk í Nýskipanarnevndini, so møguleika at at gera vart við seg og møguliga flyta onkra atkvøðu teirra veg

So.....halt eyguni eftir instagram hjá Húsinum mánakvøldið, um tú vilt gera tína ávirkan galdandi.

Byrjar:
08.04.2026 - KL. 19:30
Endar:
08.04.2026 - KL. 23:00

Komandi tiltøk

22 apríl
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
22 apríl
2026
Húsfundur fyri børn
Hvønn mikudag hava vit húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Húsið ella kan…
22 apríl
2026
Ungdómsnevndin hevur fund
Ungdómsnevndin í Húsinum hevur fund hvørt mikukvøld kl. 20.30 Ungdómsnevndin hevur longu lagt uppskot fram um broytingar, sum tey kundu hugsað sær í Húsinum. Onkrar broytingar eru longu framdar, og aðrar eru ávegis. Tað skal loysa seg at gera vart við ting ein er ónøgdur við, ella at koma við góðu…