Jólaposateknikappingin hjá SMS - børn

Vinn eitt gávukort upp á 2.000 krónur!

Nú fáa børn upp í 13 ár í Føroyum møguleika at koma við sínum uppskoti um, hvussu jólaposin hjá SMS skal síggja út í ár.

Eins og undanfarnu árini skal SMS hava ein jólaposa við eini fittari barnatekning á. Umframt at fáa sína tekning á jólaposan hjá SMS fær vinnarin eisini eitt gávukort upp á 2.000 krónur frá SMS. 10 útvaldar tekningar vunna gávukort upp á 200 krónur frá SMS.

50 tær bestu jólatekningarnar vera valdar út og hongdar upp í SMS, her øll hava møguleika at vera við at velja ársins jólaposa í tíðarskeiðnum frá 21. til 25. september. Tekningin, ið hevur fingið flest atkvøður, verður ársins jólaposi 2023.

Tekningin skal gerast á serliga tekni-blaðið, ið kann heintast á Marknaðar-deildini, og skal vera latin SMS í seinasta lagi mikudagin 9. september 2026 klokkan 12:00.

Byrjar:
31.08.2026 - KL. 14:00
Endar:
31.08.2026 - KL. 16:30

Komandi tiltøk

24 august
2026
Jónas Jam
Tey ungu hava ynskt sær eina tónleikaløtu saman við Jónas. Tey ynskja at sleppa at spæla ljóðføri og at syngja, so nú hava vit syrgt fyri bæði at seta løtuna á skrá, men eisini at útvega teimum ljóðføri, so tey kunnu sleppa at spæla - har er okkurt fyri øll, so ikki er neyðugt at halda seg aftur
31 august
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
31 august
2026
Jólaposateknikappingin hjá SMS - børn
Vinn eitt gávukort upp á 2.000 krónur! Nú fáa børn upp í 13 ár í Føroyum møguleika at koma við sínum uppskoti um, hvussu jólaposin hjá SMS skal síggja út í ár. Eins og undanfarnu árini skal SMS hava ein jólaposa við eini fittari barnatekning á. Umframt at fáa sína tekning á jólaposan hjá SMS fær v…