Opið hús og konsert

27. februar 2006 lótu hurðarnar í Húsinum upp fyri ungdóminum í Norðoyggjum fyri fyrstu ferð. Tað merkir, at vit nú kunnu hátíðarhalda, at Húsið hevur havt opið fyri øllum børnum og ungum frá 3. flokki til og við 18 ár í 18 ár - tað er stórt:)

Fríggjadagin 1. mars frá kl. 17.00 bjóða vit inn til ein kaffimunn við onkrum søtum, og tá eru øll hjartaliga vælkomin.

Kl. 19.00, kl. 20.00 og kl. 21.00 bjóða vit inn til konsert við Anua, Attika og Adrenaline - okkara heilt egnu Listarok-bólkum.


Vit vóna at síggja mega nógv fólk.....børn, ung sum vaksin.


Eitt heilt serligt shout out skal tó fara út til til árgang 1997, 1998, 1999, 2000, 2001, 2002, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2013, 2014 - kom ein túr framvið - tað hevði verið so deiligt at sæð tykkum:)

Vit gleða okkum at hátíðarhalda dagin saman við øllum, sum hava hug at leggja leiðina framvið:)

Byrjar:
01.03.2024 - KL. 17:00
Endar:
01.03.2024 - KL. 23:59

Komandi tiltøk

25 november
2026
Vit fara at skoyta - børn
Hug at koma við? Vit fara at skoyta kl. 15.00. Vit skulu nokk bjóða skoytingina, men um tit hava hug til kakao ella okkurt, so mugu tit hava pengar við til tað Sum sagt, so fara vit kl. 15.00. Vit hava opið sum vanligt frá kl. 11.30, men frá kl. 15.00 er Húsið stongt, men starvsfólkini eru at finn…
30 november
2026
Skriva fyri lívi - ung
Í kvøld koma umboð frá Amnesty Føroyar at vitja í Húsinum. Tey fara at greiða eitt sindur frá tí arbeiðnum tey gera, og so fara tey eisini at greiða okkum frá, hví Skriva fyri lívi er eitt so umráðandi átak, og hvussu átakið kann ávirka úti í altjóða samfelagnum. Í ár varpar Skriva fyri lívi ljós á…
01 desember
2026
Limaopið - ung
So er tíðin aftur komin til, at allir okkara limir skulu forkelast eitt sindur. Í kvøld hava vit opið bert fyri limir. Vit gera okkurt lekkurt at eta og fara fara at hugna okkum. Um tú vilt vita meir, so mást tú teknað teg sum lim í Húsinum - tað kostar 400,- kr