Felagsklemm - dagur

Nú er tað so langt síðani, at vit hava sæð tykkum.....ikki síðani fríggjadagin, so í dag er tað Group hug-dagur. Tað merkir, at vit fara øll at klemmast kl. 14.00.

Nærvera og tað at hoyra til, er ein umráðandi partur í lívinum fyri flest øll fólk. Tí fara vit at klemmast hvønn mánadag:)

Tað stóra felagsklemmið verður kl. 14.00. Vit vóna, at klemmið verður stórt og hjartaligt:)

Byrjar:
17.04.2023 - KL. 14:00
Endar:
17.04.2023 - KL. 00:00

Komandi tiltøk

29 september
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
29 september
2026
Hevur tú áhuga í at spæla tónleik? - ung
ListaRok byrjar aftur í dag. Um tú hevur hug at spæla tónleik, so hittast vit á loftinum í Húsinum í kvøld kl. 20.00. Tað er ikki neyðugt at duga at spæla eitt ljóðføri, men tað er umráðandi at hugurin er har, og at tú hevur hug at spæla í einum bólki. Vit eru spent at vita, hvat kann koma burtur…
30 september
2026
Út av Húsinum-dagur - børn
Í dag fara vit út av Húsinum.......Vit ganga ein túr, fara ein biltúr, keypa inn, fara at vitja onkran ella okkurt heilt annað, men í øllum førum fara, tey sum tíma, út av Húsinum eina løtu. Men stúr ei -  Húsið er eisini opið sum vanligt.