Tekniskeið - ung

Fríggjadagin er tekniskeið á skránni. Armgarð Absalonsen kemur at tekna við okkum. Hon fer at læra okkum, hvussu vit fáa eina simpla tekni at síggja kul út - við inspiratión frá Mr. Doodle:).

Tað er ikki neyðugt at duga at tekna fyri at vera við - endamálið er at hava tað stuttligt og kanska læra okkurt á vegnum.

Vit tekna við grovum tússjum, so hetta verða ikki tekningar við nógvum smálutum, men okkurt kul og kanska eisini litfagurt:)

Tekniskeiðið er ókeypis og verður í hølunum hjá 10. flokki í DV. Tað einasta tú skalt hava við er teg sjálvan - alt annað syrgja vit fyri

Tit kunnu síggja, hvussu mrdoodle teknar  her

 

 

Byrjar:
22.10.2021 - KL. 20:00

Komandi tiltøk

10 mai
2024
Okkum dámar væl kramarís:)
Av og á er tað lekkurt við onkrum søtum, og í Húsinum dámar okkum væl kramarís, so í dag er ísur á skránni í kioskini. Ein ísur kostar 15,- kr, men ert tú limur í Húsinum og hevur limakortið við, so kostar hann einans 10,- kr So um tær eisini dámar væl ís, so er kanska vert at vitja Húsið-kioskina…
10 mai
2024
Slappa av við Signu
Vit fara at slappa eitt sindur av við onkrum fittligum venjingum, so vit eru klár til vikuskiftið Kom ein túr framvið og chilla við Signu eina løtu
15 mai
2024
Húsfundur fyri børn
Hvønn mikudag hava vit húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Húsið ella kan…