Okkum dámar væl kramarís:)

Av og á er tað lekkurt við onkrum søtum, og í Húsinum dámar okkum væl kramarís, so í dag er ísur á skránni í kioskini.

Ein ísur kostar 15,- kr, men ert tú limur í Húsinum og hevur limakortið við, so kostar hann einans 10,- kr

So um tær eisini dámar væl ís, so er kanska vert at vitja Húsið-kioskina og keypa tær ein lekran kramarís við onkrum lekrum drúss

 

Byrjar:
10.05.2024 - KL. 13:30
Endar:
10.05.2024 - KL. 23:00

Komandi tiltøk

20 mai
2024
Húsið stongt - Hvítusunna
21 mai
2024
KVISS við Jeggi - børn
Veitst tú eina rúgvu um alt møguligt? Nú sleppur tú í øllum førum at royna teg. Jeggi hevur gjørt eina svaka kviss, og tað snýr seg sjálvandi um at vinna :)Hesaferð snýr tað seg um fisk, skip, seyð, fjøll og so framvegis. Kom oman ein túr og royn teg - kanska tú vinnur okkurt :)
22 mai
2024
Húsfundur fyri børn
Hvønn mikudag hava vit húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Húsið ella kan…