Tekniskeið - ung
Fríggjadagin er tekniskeið á skránni. Armgarð Absalonsen kemur at tekna við okkum. Hon fer at læra okkum, hvussu vit fáa eina simpla tekni at síggja kul út - við inspiratión frá Mr. Doodle:).
Tað er ikki neyðugt at duga at tekna fyri at vera við - endamálið er at hava tað stuttligt og kanska læra okkurt á vegnum.
Vit tekna við grovum tússjum, so hetta verða ikki tekningar við nógvum smálutum, men okkurt kul og kanska eisini litfagurt:)
Tekniskeiðið er ókeypis og verður í hølunum hjá 10. flokki í DV. Tað einasta tú skalt hava við er teg sjálvan - alt annað syrgja vit fyri
Tit kunnu síggja, hvussu mrdoodle teknar her
Byrjar:
22.10.2021 - KL. 20:00
Komandi tiltøk
11
oktober
2026
Vit fara í heystfrí
Húsið hevur stongt fyri bæði børn og ung í heystfrítíðini - vit lata tó vælhvíld og við uppá tað upp aftur mánadagin 19. oktober 2026.
Hugni tykkum og sov nokk:)
19
oktober
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
19
oktober
2026
Jónas Jam
Tey ungu hava ynskt sær eina tónleikaløtu saman við Jónas. Tey ynskja at sleppa at spæla ljóðføri og at syngja, so nú hava vit syrgt fyri bæði at seta løtuna á skrá, men eisini at útvega teimum ljóðføri, so tey kunnu sleppa at spæla - har er okkurt fyri øll, so ikki er neyðugt at halda seg aftur