Bananprýðingarkapping - børn
Í dag fara vit í kapping um í at prýða bananur. Øll fáa hvør sína banan, og massar av litaðum glasuri og krymmel at prýða við. Øll sleppa at royna seg, og vit finna 3 vinnarar - ein fyri flottastu banan, ein fyri stuttligastu banan og ein fyri mest kreativu banan.
Royndirnar siga okkum, at tað verður ikki heilt lætt at finna vinnararnar, tí vanliga eru børnini serstakliga kreativ, og duga væl at fáa tað at síggja gott út.
Onkur lítil vinningur verður til vinnararnar, og vinnararnir fáa eisini eitt diplom heim við:)
Vit eru spent at síggja allar bananurnar:)
Byrjar:
25.08.2026 - KL. 14:00
Endar:
25.08.2026 - KL. 16:00
Komandi tiltøk
25
august
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
25
august
2026
Bananprýðingarkapping - børn
Í dag fara vit í kapping um í at prýða bananur. Øll fáa hvør sína banan, og massar av litaðum glasuri og krymmel at prýða við. Øll sleppa at royna seg, og vit finna 3 vinnarar - ein fyri flottastu banan, ein fyri stuttligastu banan og ein fyri mest kreativu banan.
Royndirnar siga okkum, at tað verð…
26
august
2026
Vit fara at svimja - børn
Hug at koma við at svimja?
Minst bara til, at hava 30,- kr við:)