30.08.2019

Tillukku Beinir:)

Valúrslitið úr Húsinum er klárt. 37 ung hava greitt atkvøðu, og tað eru serliga 2 flokkar, sum gera seg galdandi. Talan er um Fólkaflokkin og Framtakið.

Býtið sær soleiðis út:

Fólkaflokkurin 15 atkvøður

Sambandsflokkurin 2 atkvøður

Sjálvstýri onga atkvøðu

Tjóðveldi 4 atkvøður

Framsókn onga

Miðflokkurin onga

Framtakið 8 atkvøður

Føroyaflokkurin 2 atkvøður

2 vóru blankar

1 var ógildað

Eisini er greitt, at fólkaflokksveljararnir helst vilja í samgongu við Framtakið, og veljararnir hjá Framtakinum vilja helst í samgongu við Fólkaflokkin, so nú er eisini greitt, at samgonga verður skipað við bert Fólkaflokkinum og Framtakinum, sum saman telja 23 tingsessir, og harvið hava meirlutan.

Tað var eitt sindur av spenningi, tá løgmaður skuldi veljast - slagið stóð millum Beinir Johannesen og Arnfinn á Birtuni, men við 15 atkvøðum verður Beinir løgmaður, men vit mugu ganga út frá, at Arnfinn á Birtuni verður fíggjarmálaráðharri, og so er eisini greitt, at peningurin ikki verður brúktur skeivt:) Vit rokna eisini við at sitandi løgmaður - Aksel W. Johannesen helst fær ein landsstýrissess við sínum 5 atkvøðum.

Vit úr Húsinum fara at ynskja Beinir hjartaliga tillukku við valinum og nýggja heitinum:)