30.08.2019

Val - ung

Fríggjakvøldið er ætlanin at tey ungu, sum húsast í Dávavirkinum, fara á val.

Hóskvøldið var Ragnar Joensen framvið og greiddi teimum frá, hvat politikkur er, høgra/vinstra, loysing/samband o.s.fr.

Í kvøld fara vit at vísa stuttfilmarnar, sum vit hava fingið frá flest øllum flokkum, áðrenn tey ungu sleppa at velja. Tey kunnu seta 3 krossar: 1 við flokk, 1 við tann flokkin ynskja teirra flokk at samstarva við, og síðani 1 við persónin tey ynskja sum løgmann. Hetta hugskotið er lænt frá Ragnar Joensen, og skal helst geva eitt boð uppá, hvønn flokk tey vilja hava á ting, hvønn tey ynskja, at tann flokkurin samstarvar við, og hvønn persón tey kundu hugsað sær sum løgmann. Hetta verður so sera spennandi, tí eitt er vist - tey ungu eru ikki heilt samd:)

Áðrenn vit fara til hús fríggjakvøldið er ætlanin at hava úrslitið klárt, so vit hava møguleika at samanbera okkara úrslit við úrslitið av løgtingsvalinum.

Leygarkvøldið er ætlanin at fylgja valinum í sjónvarpinum. Vit fara at hugna okkum, kanska gera okkurt stuttligt burturúr hølinum, og Annika hevur lovað at gera okkum okkurt lekkurt at eta. Vit vóna at síggja nógv ung fólk, og vóna at tey eru líka spent uppá valúrslitið, sum vit:)

GG: í hesum umhvørvis'vinarligu' døgum, so mugu vit eisini royna at vera eitt sindur umhvørvisvinarlig. Tí fara vit ar biðja tykkum ungu hava tallerk, knív og gaffil við tykkum leygarkvøldið, um tit hava hug at eta okkurt