28.08.2019

Val í Húsinum - børn

Kl. 15.00 lata valhølini í Húsinum upp. Tað ber til at atkvøða til kl. 17.00 fríggjadagin 30. august 2019 Øll børn frá 3. flokki til og við 7. flokk hava valrætt. Tað er bert ein atkvøða í part, so tað er umráðandi, at børnini bert taka ein seðil (vit vilja helst ikki verða noydd at ógilda valúrslitið).

Tey sum stillað upp hesa ferð eru:

 

Emil: øll skulu hava nógvar tímar í smíð, og øðrum handaligum lærugreinum.

Mickey: minnist til, at ting skulu gerast orduligt fyrstu ferð - ger tær ómak

Harry Potter: Vel eitt rættvíst samfelag. Hann vil gera gand lógligan (kanska hann hevur fingið íblástur frá Gøtu Trónda)

Palle Púmm: vit skulu øll vera góð hvør við annan, ella verða vit kedd. Tað sum ikki verður í dag, verður í morgin

Pippi: Vit skulu vera djørv og hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp, og øll burdu átt eitt Sjórænaraskip (ikki bara Kaptajn Gardar)

Peppa Pig: Familja er tað mest umráðandi í allari verðini - tí burdu børn sloppið at veri líka leingi uppi sum foreldrini

Shaun the Sheep: vit skulu ansað væl eftir djórunum - serstakliga kelidjórunum - og so heldur hann, at vit skulu seta eitt djóraspæliland á stovn

Lítla Mý: Sig sum er - tað ger lítla Mý,........ og so vil hon hava eitt sjálvstøðugt Føroyar

Anders And: Betri umstøður til støk foreldur (ikki bara sum at siga tað, at uppæla trillingar einsamallur), og so vil hann forbjóða dunnu jólaaftan

Twiligt: vit skulu øll strála:) Øll fáa ókeypis glitr og ríðiskeið.

Vit vóna at vallutøkan verður góð, og at fólkaræði verður virt.