22.08.2020

So byrja vit endiliga aftur:)

Eftir eina monsterlanga summarfrítíð, so letur Húsið endiliga upp aftur mánadagin 24. august kl. 13.00 fyri børnum frá 3. flokki til og við 7. flokk, og kl. 19.30 fyri teimum frá 7. flokki til og við 18 ára aldur.

Hetta hevur verið eitt undarligt ár við korona og nógvum frídgum. Nú vóna vit, at alt fer at gangast gott, og at vit aftur sleppa at hittast sum vit plaga í Húsinum - tó mugu vit enn minnað tykkum á reinfri og frástøðu.

Hesa seinastu vikuna hava starvsfólkini í Húsinum rokast við at rudda og gera klárt til at taka ímóti tykkum. Vit hava sakna tykkum, og gleða okkum at síggja tykkum aftur mánadagin.

Til tykkum, sum ikki eru von at ganga í Húsinum, og ikki minst tit sum fara í 3. flokk, kunnu vit bara siga.....kom ein túr:) Vit hugna okkum, og finna viðhvørt uppá okkurt stuttligt at gera. Í øllum førum gleða vit okkum mega nógv at síggja kend og nýggj andlit aftur í morgin.

Vit kunnu eisini líka nevna, at um onkur hevur hug at gerast limur, so kostar tað 300,- kr fyri skúlaárið 2019/2020. Tá fær man eitt limakort og eina hettutroyggju ella eina t-shirt. Tað er tó eingin treyt at vera limur fyri at vitja í Húsinum. Tit kunnu lesa meir um fyrimunirnar við at vera limur aðrastaðni á síðuni.