27.03.2019

Ungdómurin inn í Dávavirkið:)

Sum kunnugt, hevur Húsið havt tørv á meira plássi, síðani vit lótu upp í lekkru hølunum í Bøgøtu. Undirtøkan millum børn og ung hevur verið somikið góð, at vit í eina tíð hava leitað eftir eini loysn.

Loysnin er nú funnin! Mentanarnevndin, Trivnaðarnevndin og Fíggjarnevndin tóku í farnu viku og hesa vikuna undir við, at tann parturin av virkseminum hjá Húsinum, sum er um kvøldið og í vikuskiftunum - tað eru tey ungu frá 7. flokki til og við 18 ár - flytir út í Dávavirkið.

Í Dávavirkinum er eitt stórt hølið, umframt 8 venjingarhølir, sum kann hýsa nógvum ungum fólki og samstundis víðka um ymiskleikan og fjølbroytnið í virkseminum hjá teimum ungu.

Sum kunnugt, húsast ein partur av Tónlistaskúlanum í Dávavirkinum, umframt at hølir verða leigað út til tónleikavenjingar. At Húsið flytir í Dávavirkið broytir ikki verandi virksemi - vit fara øll at sambúgva har sum eitt stórt kollektiv :) Vónandi skapast eisini synergi, og vit fara at síggja fleiri ungar bólkar traðka fram úr kjallarum.

Vit í Húsinum eru mega spent at sleppa út í Dávavirkið, og takka Klaksvíkar kommunu fyri at lurta og at skapa best møguligar karmar fyri ungdómin í Norðoyggjum. Eisini takka vit Tónlistaskúlanum fyri at taka ímóti okkum.

Vit hugsa at flyta inn so spakuliga mánadagin 1. apríl :)