01.02.2019

U&U - ung og umhvørvi

Sum ein ábyrgdarfullur partur av samfelagnum, fara vit í Húsinum, eftir førimuni, at royna at røkka heimsmálunum hjá ST.

Allan mars mánað seta vit sjóneykuna á tey heimsmál, sum eru viðkomandi fyri okkum. Vit halda, at tað er sera umráðandi at hugsa um umhvørvið, og vilja fegin gera okkara til, at børn og ung gerast tilvitaði um, hvussu tey hvør í sínum lag, og saman, kunnu gera mun fyri eina felags framtíð.

Vit byrja mars mánað við at varpa ljós á endurnýtslu. Fylg við á heimasíðuni ella á instagram á @husid_virkishus, og finn út av, hvat stuttligt vit finna uppá.

Vit høvdu hildið, at tað var mega kul, um aðrir stovnar ella fyritøkur hava hug at hjálpa okkum at seta umhvørvið á breddan í mars mánað. Vit kunnu avdúka, at Á verður partur av tiltakinum, og letur okkum frukt og grønt til okkurt spennandi, sum tit øll sleppa at smakka ein dag í mars.