07.01.2019

Opið aftur eftir jólafrí

Endiliga, endiliga er opið aftur í Húsinum eftir eina góða jólaferiu. Vónandi hava tit, eins og vit, fingið høvi at hvílt tykkum í feriuni, so vit øll eru klár at taka 2019 við storm. Vit vænta, at tit hava hugsa so nógv um Húsið í feriuni, at tit hava fingið ilt í høvdið av øllum hugskotunum, vit kunnu gera í Húsinum í 2019. Vit hava hvørtfall onkur spennandi tiltøk til 2019, sum fara at verða kunngjørd leypandi. Millum annað sleppa børnini nú endiliga at keypa úr kioskini. :D

Annars heldur tað mesta fram sum tit kenna tað. Húsið er opið sum vanligt, húsfundur er hvønn hósdag kl 15 fyri børn og kl 21 fyri tey ungu, har eru tit vælkomin við hugskotum um, t.d. hvat tit ynskja at gera.

Vit gleða okkum til enn eitt stuttligt, hugnaligt og sjúkt kul ár saman við tykkum. Komið og gerið 2019 til kulasta og minniligasta árið í søguni hjá Húsinum! ;)

Síggjast í Húsinum!