08.11.2018

Vitjan av Euroclass

Mánadagin og mikukvøldið høvdu vit vitjan av danska eftirskúlanum Euroclass. Tað vóru tvær sera hugnaligar vitjanir. Okkara børn og ungu vóru eitt sindur trek at fáa við at byrja við, men eftir at Euroclass skipaði fyri "icebreaker", so hugnaðu tey sær óført saman. Tey spældu spøl, lærdu danskarnir at hoppa uppum bólt, prátaðu og dansaðu. Euroclass, sum millum annað leggur dent á dans og drama á skúlanum, framførdu eisini fyri okkum. Tey vóru sera dugnalig. Vit takka fyri tvær hugnaligar vitjanir. 

 

Um tú hevur hug at lesa meir um eftirskúlan, so ber til at vitja heimasíðu teirra her.