30.09.2018

FIFA kapping

Fríggjadagin 28.september kom nýggja FIFA spælið út. Vit valdu at gera ein dag burturúr og høvdu FIFA kappingar fyri børn og seinni fyri ung. Hjá børnunum varð tað Klæmint, ið vann kappingina eftir sera spennandi finalu sum mátti avgerast við straffikapping. Í kappingini hjá teimum ungu var Jógvan Skorheim komin at royna seg í móti teimum ungu. Hann helt seg hava góðan kjans, men hann bleiv sligin út longu í kvartfinaluni. Venzel og Niels Jóhan komu í finaluna og tað varð Niels Jóhan, ið dró longra stráið og vann kappingina. Atli Gregersen, liðskipari á landsliðnum, kom at handa vinnarnum gávuna. Gávan var ein landsliðstroyggja, og Niels Jóhan fekk eisini ein autograf við á vegnum. Vit takka Jógvan Skorheimi fyri royndina í FIFA kappingini, sum tó vísti, at um hann ætlar nakað næsta ár, so má hann byrja at venja longu nú. :D Eisini vilja vit takka Alta Gregersen fyri at leggja leiðina framvið og heilsa uppá okkara ungdómar og at enda ynskja Klæminti og Niels Jóhan hjartaliga til lukku.

Myndir frá FIFA degnum eru at síggja her.