23.09.2018

Limakortini endiliga komin!

Tit, sum longu hava teknað tykkum sum lim í Húsinum, kunnu koma eftir limakortinum, tá foreldur ella verji hava fylt skjalið út og skrivað undir.

Tak skjalið niður her, fyll út og tak tað við oman í Húsið, so fært tú títt limakort.

Limakortið gevur atgongd til serstøk limatiltøk, umframt at limir sleppa bíligari til tiltøk, ið Húsið skipar fyri.

Arbeitt verður eisini við at fáa limum okkara fleiri fyrimunir við kortinum.