20.09.2018

Góð undirtøka í Húsinum

Nú Húsið hevur havt opið í 5 vikur í nýggju hølunum í Bøgøtu, kunnu vit ikki siga annað enn, at børnini og tey ungu hava tikið væl undir við tilboðnum. Børnini standa hvønn dag klár áðrenn kl 13, og tey ungu áðrenn kl 19.30, og bíða eftir at sleppa inn. Eftir lítlari løtu er Húsið fult í frískum og orkuríkum børnum og ungdómi. Í Húsinum loyva vit børnunum og teimum ungum at vera við til at seta dagskránna, og tað sæst, at tey trívast við hesum leiklutinum. Vit hava longu gjørt eina rúgvu av tiltøkum, til dømis hava vit havt kapping í at prýða kaku, vit hava tegnað superhetjur, bakað bollar og spælt bingo. Eisini eru fleiri onnur tiltøk á skrá, sum tit kunnu síggja her á heimasíðuni undir komandi tiltøk.

Sum nakað nýtt, hava vit roynt okkum við stempulkortum í Húsinum - hetta er fyri at fáa nøkur hagtøl yvir, hvussu nógv børn og ung gera brúk av Húsinum. Stempulkortið virkar soleiðis, at tá barnið ella tann ungi fyrstu ferð kemur í Húsið, fáa tey eina stempulbók og skriva sítt navn á. Tá tey so koma hvønn dag eftir tað, biðja tey sær eitt stempul frá eitt av starvfólkunum. Soleiðis kunnu vit skráseta, hvussu nógv og hvussu ofta børnini og tey ungu vitja Húsið. Og tølini tosa fyri seg. Longu nú eftir bert 5 vikur, hava vit 188 kort við nøvnum á og við stemplum í. So vit kunnu ikki siga annað enn, at børnini og tey ungu eru røsk at vitja okkum.

Umframt stempulkortini, so ber eisini til at tekna seg sum lim í Húsinum. Við limaskapinum fært tú eitt limakort, eina Húsið hettutroyggju og avsláttur til tiltøkini vit hava, sum kosta. Í skrivandi løtu hava vit 95 skrásettar limir, men tað legst afturat hvønn dag. Hesi tølini geva greið boð um, at børnini og tey ungu hava tikið serstakliga væl ímóti hesum tilboðnum og gera brúk av tí. Vit í Húsinum fegnast um góðu móttøkuna og gleðast saman við børnunum og teimum ungu um frálíka tilboðið.