22.10.2019

Skalt tú verða limur?:)

Nu ber til at tekna seg sum lim í Húsinum. Við at gera tað, so fært tú eitt limakort - galdandi fyri skúlaárið 2019/2020.

Um tú gerst limur í Húsinum, so kanst tú í ár velja millum eina hettutroyggju og eina t-shirt. Sjálvandi fært tú eisini eitt limakort, so tú m.a. hevur ágóðan av, tá vit skipa fyri tiltøkum, sum kosta. Tá sleppa limirnir við fyri hálvan prís við at vísa limakortið. Umframt tað, so fært tú eisini eitt lítið poppkorn og lítla sodavatn ókeypis, tá tú fert í biograf í Atlantis, og 10% avsláttur í Sport 24 - tað einasta sum krevst er, at tú kanst vísa eitt gakdandi limakort.

Nýggja (reyða) limakortið er galdandi skúlaárið 2019/2020, og kostar 300,- kr

Fyri at gerast limur skalt tú fylla út tilmeldingarskjalið, sum tú fært frá einum av starvsfólkunum í Húsinum ella taka niður her. Síðani skalt tú koma aftur við skjalinum og 300,- kr, so fært tú eitt limakort og eina hettutroyggju ella t-shirt frá okkum.

Um tú velur hettutroyggjuna, men eisini fegin vilt hava t-shirtina, so er møguleiki at keypa t-shirtina fyri 150,- kr

Tað loysir seg at vera limur í Húsinum:) Vit skulu tó gera vart við, at tað ikki er neyðugt at vera limur fyri at vitja Húsið - øll børn og ung frá 13 - 18 ár eru hjartaliga vælkomin limir ella ikki:)