05.08.2026
Kom og tekna teg sum lim mikukvøldið 5. august frá kl 18.00 - 20.00
Um tú eisini vilt tryggja tær nýggju hettutroyggjuna - avmarkað nøgd - so kom framvið í Húsinum mikukvøldið 5. august. .
Tað kostar 400,- kr at tekna seg sum lim. Tú fært eitt limakort við teimum fyrimunum tað hevur (tað kanst tú lesa meir um aðrastaðni á heimasíðuni: ('um Húsið - limur í Húsinum') og eina av nýggju hettutroyggjunum.......Tað er avmarkað nøgd, so um tú vilt tryggja tær eina grøna hettutroyggju, so er kanska snilt at tekna teg sum lim longu nú
Um tú ynskir at gerast limur, so skalt tú fylla tilmeldingarskjalið út og gjalda 400,- kr....wupti.....meir er ikki í tí:)
Vit gleða okkum at síggja teg í kulu grønu hettutroyggjuni:)
Tilmeldingarskjalið finnur tú her
GG! Í dag ganga vit inn á Bøgøtu-síðuni