17.04.2026

So er klárt at tekna seg sum lim 2026/2027

Ja, vit eru tíðliga á veg í ár, men vit eru bara so spent at vísa tykkum nýggju hettutroyggjuna:) Um tú eisini hevur hug at ogna tær hana, so er bara eitt at gera - tekna teg sum lim fyri skúlaárið 2026/2027 longu nú. Fyrimunurin er sjálvandi, at tú eisini fært limafyrimunirnar beinaveg, og ikki skal bíða til eftir summarfrítíðina.

Tað kostar 400,- kr at tekna seg sum lim, og so leingi vit eiga, so fært tú eina hettutroyggju og eitt limakort fyri pengarnar.

(sjálvandi eru eisini aðriur fyrimunir við limakortinum - tað kanst tú lesa meir um undir 'um Húsið - limur í Húsinum' - á heimasíðuni.

Um tú ynskir at gerast limur, so skalt tú fylla tilmeldingarskjalið út og gjalda 400,- kr....wupti.....meir er ikki í tí:)