01.10.2025

Saman um krabbamein - øll

Ein stóran part av oktober eru vit saman um krabbamein í Húsinum. Vit fara at vera ljósareyð (hóast krabbamein hevur nógvar litir), vit fara at tosa um krabbamein, gera sloyfur og annað úr ymsum tilfari saman við børnunum, vit fara at gera onkur tiltøk, og hugsavna okkum um, at summi ting her í lívinum hava vit ikki stóra ávirkan á.

Hóast vit sjálvi kanska ikki eru beinleiðis rakt av krabbamein, so kenna tey flestu helst onkran, sum hevur havt krabbamein og kanska eisini onkran, sum hevur mist ein kæran til krabban.

Endamálið við hesum er at vísa at vit leggja í, og at minnast til at vera góð við hvønn annan, meðan vit enn eru her<3