Hvussu svakt er tað?
Týsdagin kl. 17.00 tók rokkbólkurin ANUA stóra pall í Tivoli.
Kenna tit bólkin ANUA. Teir eru 4 12 ára gamlir dreingir, sum spæla rokktónleik. Hóast teir eru ungir, so hava teir nógvar royndir við at spæla fyri stórari áhoyrarafjøld. Teir hava m.a. spælt á stóra palli á Summarfestivalinum, á Fjarðarok, til heiðurskonsertina hjá Straight Ahead og eisini hava teir verið í Ålborg og spælt á tónleikafestivali har.
Tað hevur verið stórt og spennandi hjá teimum.
Týsdagin 6. mai megnaðu teir aftur at gera vart við seg - hesa ferð á stóra palli í Tivoli í Keypmannahavn. Teir koyrdu tað heim, og sjarmeraðu eisini donsku áhoyrarafjøldina:) Ikki nokk við, at teir imponeraðu fjøldina, men Ungdomsringen valdi eisini at hava kamera á teimum bæði áðrenn og aftaná konsertina, sum tey fara at brúk til at gera eitt innslag um teir við - teir skuldu eisini royna seg á donskum, tá ein samrøða varð gjørd í samband við sama innslag.
Hetta var ein stór uppliving fyri teir, og sanniliga eisini fyri okkum, sum stóðu á síðulinjuni:)
fríggjakvøldið 16. mai kunnu ANUA aftur upplivast live - hesa ferð á pallinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, tá teir hita upp fyri Wolfgang og bloody Dice
ANUA er partur av tónleika-verkætlanini ListaRok, sum húsast í kjallaranum í Atlantis undir leiðslu av Hans Edward Andreasen. Eisini bólkarnir Adrenaline og Attika eru sprotnir úr ListaRok verkætlanini