09.01.2025

Filmskapping - vinn 10.000 kr

Klippfisk og Barnafilmfestivalurin 2025 skipa fyri filmskapping 13.-15. januar. Filmskappingin er fyri børn og ung í aldursbólkinum 6-19 ár.

Mánadagin 13. januar kl.12.00 verður evnið fyri kappingina kunngjørt í Perluni. Tit hava síðan 48 tímar til at framleiða ein film við hesum evninum. Møguligt verður at arbeiða við at menna hugskotið, klippa filmin og mangt annað í Klippfisk, meðan kappingin er í gongd.

Vinningur: kr. 10.000! 

Longd á filmi: í mesta lagi 7 minuttir. Onki minstamark er.

Útgerð: onki mark. Filmurin kann upptakast við bæði fartelefon og fínari kameraútgerð.

Tekna teg sum einstaklingur ella bólkur nidanfyri. Tilmeldingin er endalig, tá ið tú fært váttandi teldupost.

Tilmeldingarfreist: sunnukvøldið 12. januar kl. 20.00

Tekna teg til kappingina her

14. januar frá kl. 19.30 til 23.00 bjóðar Húsið øllum her í økinum, sum eru tilmeldaði kapping, til sparring og pizza, áðrenn tit leggja seinastu hond á filmin.

Vit vóna sjálvandi at nógv børn og ung í Norðoyggjum eru við:)