12.11.2024

Val í Húsinum 2024

Mánakvøldið og í dag hava børn og ung verið á val í Húsinum. 

Tey ungu og børnini kundu velja millum lyftini, sum ymsu politisku flokkarnir hava givið Húsinum

A: Víðka upplatingartíðirnar, betra um útiøkið og tónleikastudio

B: Betra útiøkið og tónleikastudio

C: Víðka upplatingartíðirnar

E: Ókeypis mat hvønn dag og lektiukafe

H: Víðkaðar upplatingartíðir og heilsugóðan mat til sámuligan prís.

274 børn og ung hava avgreitt sína atkvøðu, so valluttøkan kann ikki sigast annað enn at hava verið góð:)

Úrslit:

A: Fólkaflokkurin fekk 91 atkvøður og 4 umboð

B: Sambandsflokkurin fekk 19 atkvøður og 1 umboð

C: Javnaðarflokkurin fekk 26 atkvøður og 1 umboð

D: Sjálvstýri fekk 12 atkvøður og einki umboð

E: Tjóðveldi fekk 114 atkvøður og 5 umboð

H: fekk 3 atkvøður og einki umboð

7 atkvøður vórðu ógildaðar

 

Nú verður spennandi at síggja, um valið í Húsinum eisini avspeglar vaksna veruleikan:),og hvussu eitt býráð fer at síggja út 1. januar 2025. Í øllum førum rokna vit við at víðka upplatingartíðirnar, fáa ókeypis mat, fáa gjørt økið uttanfyri og at eitt studio verður gjørt:)