07.11.2024

Javnaðarflokkurin lovar at arbeiða fyri......

Altíð opið í Húsinum!

Góði veljari

Kennur tú tað tá tað er týskvøld og tú keður teg? Tú fært eitt gott hugskot! "Kom oman í Húsið!" Dagurin er bjargarður, inntil tú minnist til at Húsið er stongt týskvøld.

Tað eru børn og ung í Klaksvík allar dagar í vikuni. Hví skal Húsið verða stongt týskvøld og leygardag? Húsið er eitt frítíðartilboð, sum sjálvsagt átti at veri opið tá børn og ung hava frí.

Tað sokkar at standa uttanfyri Húsið og tað er myrkt inni og hurðin læst. Tíðin er komin til at opna dyrnar í Húsinum.

Húsið skal verða opið mánadag, týsdag, mikudag, hósdag, fríggjadag, leygardag og sunnudag. Húsið skal verða opið HVØNN dag og HVØRT kvøld!

Vel Javnaðarflokkin

So er altíð opið!