Sjálvstýrið lovar at arbeiða fyri.....
Góðu veljarir í Húsinum – vilja tit hava frið at larma?
Vit í Sjálvstýrinum ynskja, at Húsið skal verða eitt gott stað at vera í.
Tí ynskja vit at gera umstøðurnar hjá tykkum betri.
Vit hava lagt merki til, at tað er nógvur larmur inni í húsinum. Ljóðstøði er rættiliga høgt, ja í grundini er tað skaðiligt. Vit halda, at øll tit, og eisini starvsfólkini, sum starvast í Húsinum, eru í vanda fyri at fáa varðandi hoyriskaðar, umframt aðrar heilsuskaðar, sum eru vælkend hjáárin til ljódálking, sum tað so fínt kallast.
Vit ynskja tí at umvæla Húsið, soleiðis at ljóðið minkar munandi. Tað er nú soleiðis, at tað er ikki líka mikið, hvat fyri slag av veggi, gólvi og lofti man brúkar inni í einum húsum. Tí sumt forsterkar ljóðið, ímeðan onnur sløg líka sum eta ljóðið í seg, og soleiðis blívir tað behagiligt at vera inni. Tá ber til at rópa og sláa uppá trummur, uttan at hini fáa ilt í oyrini ella ilt í høvdið og biða tykkum gevast mitt í tí stuttligu løtuni.
Vel Sjálvstýrið – so fært tú frið at larma.