14.08.2024

Wuhuuuu - so byrja vit aftur

Kl. 12.30 í dag letur Húsið upp aftur fyri børnunum eftir ein laaangan summarsteðg.

Vit gleða okkum at síggja kend andlit aftur, men vit gleða okkum so sanniliga eisini at taka ímóti nýggjum børnum og ungum.

Fyri okkum starvsfólk er tað altíð spennandi at læra nýggj børn og ung at kenna, so fyrstu vikurnar eftir summarsteðgin eru nakað heilt serligt.

Tað verður spennandi at vita, hvat vit í felag fara at finna uppá í ár:)