06.08.2024

Mikukvøldið kl. 17.00 - 20.00 ber til at tekna seg sum lim í Húsinum

Hvørt ár hava børn og ung møguleika at tekna seg sum lim í Húsinum. Tað er einki krav, at tú ert limur í Húsinum - tú ert vælkomin eisini, um tú ikki er limir, men tað hevur onkrar fyrimunir.

Tað kostar 400,- kr at gerast limur - tað er fyri alt skúlaárið 2024/2025.

T.d. fært tú eina ókeypis hettutroyggju, sum vit í ár halda er mega kul.

Tú fært eisini eitt limakort, sum bæði gevur tær fyrimunir, tá Húsið skipar fyri tiltøkum, tá tú keypir okkurt í kioskini í Húsinum, og, so fært tú 10% í avsláttri av øllum vørum til skúlabrúks í ALfa Bókhandil og 10% í avsláttri í Sport 24. Alt hetta fyri einans 400,- kr um árið.

Tað loysir seg heilt sikkurt at vera limur

Vit sita klár í Bøgøtu mikukvøldið frá 17.00 til 20.00, um tú hevur hug at tekna teg sum lim. 

Síggjast