07.03.2024

Deiligur dagur - takk fyri øll somul

1. mars hátíðarhildu vit, at Húsið hevur havt opið fyri børnum og ungum í Norðoyggjum í 18 ár. Svakt at hugsa sær til, at tað eru 18 ár síðani, at Húsið fyrstu ferð læt hurðarnar upp fyri ungdóminum á Klaksvíksvegi 57.

Nógv vatn er runnið í ánni síðan tá. Børnini og tey ungu frá 2006 eru nú vaksin, og fleiri nýggj børn og ung eru nú gestir hjá okkum í Húsinum - svakt, at hjarta hevur so gott pláss, at tað hvørt ár, ger rúm fyri fleiri børnum og ungum uttan at taka pláss frá teimum, sum vóru har frammanundan.

1. mars gleddu vit okkum at síggja nógv fólk. Tað gjørdu vit eisini - ein rúgva av fólki kom at heilsa uppá. Tá konsertirnar byrjaðu kl. 19.00 var rættiliga fult - fantastiskt at síggja..... og so stuttligt hjá tónleikabólkunum hjá okkum at spæla fyri so nógvum jaligum áhoyrarum.

Vit takka fyri uppmerksemi hendan dagin, og takka so hjartaliga Bank Nordik, Betri Banka, Trivnaðardeildini hjá Kommununi og fittu Maritu fyri gávur.....og so gleða vit okkum sjálvandi til 18 ár aftrat:)

Mugu eisini líka takka Anua, Attika og Adrenaline fyri at standa fyri undirhaldinum - vit eru so megastolt av tykkum, og gleða okkum at hoyra nógv meir frá tykkum - koyr á:)