10.11.2023

Húsið-kupp

25. november verður innandurakapping í Klaksvík. Vit hava leiga badmintonhøllina frá kl. 17.00 til 22.00.

Tilmeldingin byrjar mánakvøldið 13. november kl. 19.30. Tit tekna tykkum við at sms'að ella ringja á 271810 ella við at møta upp í Húsinum og tekna tykkum hjá einum av starvsfólkunum.
Reglarnar eru hesar:

- Upp til 16 lið kunnu melda seg til.
- Hvørt lið kann hava upp til 5 leikarar.
- 4 leikarar spæla á gangin. Tilber at skifta út so ofta mann vil.
- Hvør dystur er 12 min.
- Ikki er loyvt at brúka hond/parera.
- Stendur á jøvnum veður straffisparkskapping.


Vit hava bjóða øllum hinum ungdómshúsunum við, so helst verða nógv fólk, og tí bjóða vit eisini oman í Húsið frá kl. 19.00 til okkurt til matna. Vit rokna við at fara at hugna okkum all night long, og vit stongja sum vanligt kl. 01.00