19.10.2023

Varpið letur upp í dag......wuhuuuuuuu:) - og tú hevur møguleika at keypa tær eina gamla Húsið-hettutroyggju fyri einans 50,- kr

Í dag letur Mentanarhúsið upp, og øll sleppa inn at síggja og uppliva okkurt har í dag frá kl. 18.00 og úteftir.

Har verður sikkurt nakað nógv fólk, men vit halda, at tað hevði verið orduliga stuttligt, um okkara børn og ungu eisini sóust aftur har. Tí selja vit í dag allar gamlar (men óbrúktar) Húsið-hettutroyggjur, vestar og buksir fyri einans 50,- kr pr. stk, og vóna samstundis at síggja nógv børn og ung í Varpinum í dag.   

Um tú ikki hevur møguleika at fara framvið í Varpið í dag, men allíkavæl kundið hugsað tær at keypt eina hettutroyggju, so ber tað eisini til. MInst bara til, at tilboðið bert er galdandi í dag

Um tú hevur hug at keypa okkurt, so er bara at finna eitt av starvsfólkunum, so hjálpa tey tær at finna røttu stødd.

Skuldi onkur havt hug at tekna seg sum lim og harvið fáa nýggjastu hettutroyggjuna, so ber tað eisini til. Tað kostar 400,- kr fyrilimagjald og hettutroyggju

Fyri at tað ikki skal vera lygn, so hava vit terminal, so ikki er neyðugt at hugsa um at hava reiðan pening við.......fantastiskt, ha?

Síggjast í Varpinum kl. 18ish