07.09.2023

Broyttar upplatingartíðir hjá børnunum

Eftir eitt hugnaligt foreldrakunningarkvøld, hava vit tikið ynski um at lata upp eitt sindur fyrr, til okkum. 

Tað er eitt ynski hjá foreldrum at 3. flokks næmingum, at Húsið letur upp kl. 12.30 allar dagar í vikuni, tí allir 3. flokkarnir eru lidnir í skúla kl. 12.30.

Vit hava tí avgjørt, at vit royna tað frá mánadegnum 11. september og fyribils fram til jólafrítíðina.

Tað vil siga, at Húsið verður opið frá kl. 12.30 til kl. 16.30