04.09.2023

Kunningarfundur fyri foreldur

Týskvøldið er kunnig fyri foreldur, sum hava børn, sum hava aldur at ganga í Húsinum t.v.s, børn frá 3. flokki til og við 18 ár.

Tað vísir seg at vera ein rímuliga stór broyting hjá børnunum at skifta frá Snjallubjallu til Húsið, eins og tað avgjørt eisini er ein broyting, tá børnini fara frá at vera hjá okkum um dagin til at sleppa at vera í Húsinum um kvøldið - tað fara vit at tosa eitt sindur um.

Vit fara at siga eitt sindur um, hvat tað merkir at vera limur í Húsinum, hvat klisturmerkjabókin kann, og so í heila tikið tosa eitt sindur um, hvussu hetta tilboðið er skipað.

Tit fáa høvið at heilsa uppá onkur av starvsfólkunum, og sjálvandi sleppa tit eisini at spyrja, um tað sum liggur tykkum á hjartað.

Vit bjóða ein kaffimunn við onkrum søtum afturvið.

Kunningarfundurin fyri børn 3. - 7. flokk er kl. 19.00

Kunningarfundurin fyri ung 7. flokkur og upp kl. 21.00

Vanliga tekur hesin kunningarfundur umleið ein tíma.

Vit vóna sjálvandi at hitta nógv foreldur