22.08.2023

Húsið letur upp...........endiliga:)

Fríggjadagin 1. september lata vit endiliga hurðina upp fyri børnum og ungum frá 3. flokki og upp eftir eina laaaaanga summarfrítíð við umbygging og klárgering av størri hølum. 

Vit gleða okkum sum smábørn á jólum til at taka ímóti nýggjum og kendum andlitum. Vit eru eisini so sera spent at vita, hvussu tit fara at taka ímóti nýggju og nógv størri hølunum í 2 hæddum:)

Onkur broyting verður eisini. Nú fara vit at ganga inn, har sum vit vanliga gingu inn í biografin - tvs., at vit ganga inn á skýlið-síðuni á veghæddini. Framyvir fara vit ikki at brúka trappuna á Bøgøtu - tann hurðin er nú bara rýmingarleið.

Vit hava eisini fingið onkur nýggj starvsfólk, sum gleða seg at hitta tykkum. Signa Østerø og Paulina Solmunde fara at arbeiða bæði um dagin og um kvøldið, so bæði børn og ung fara at fáa gleði av teimum. Elsa Norðoy avloysir Jógvan nú hann er farin í barsil (hann kemur aftur í september), men hana kenna tit, tí hon var her í starvslæru seinasta skúlaár. Elsa fer bert at arbeiða um dagin hjá børnunum.

Annars er manningin umleið tað sama. Bjørg, Malena, Hanus, Súni, Hans Edward og Beinta.

Góðu tit - vit gleða okkum at síggja tykkum:)