14.08.2023

Almenn móttøka í Húsinum mikudagin 16. august kl. 17.00

Alt virksemið hjá Húsinum er nú savnað undir sama tak mitt í býnum í Atlantis, og í hesum sambandi verður skipað fyri móttøka mikudagin 16. august kl. 17.00

Skrá:

Frá kl. 17.00: Gepetto grillar pylsur framman fyri inngongdina, og kaffi og okkurt søtt verður at fáa inni í miðhæddini.

Kl. 19.00: Sunday Walkers spæla nøkur løg inni í gamla biografsalinum.

Kl. 20.00: Adrenaline spælir og fær vitjan av einum spennandi gesti, sum fleiri av tykkum helst kenna:)

Umleið kl. 21.00: liðugt

Møguleiki verður hjá børnunum frá 3. flokki og til og við 18 ár at tekna seg sum lim í Húsinum. Tað kostar 400,- kr árliga og tá fær ein eisini vælumtóktu Húsið-hettutroyggjuna:)

 

Vit eru spent at lata uppaftur og vóna at síggja nógv fólk mikudagin. 

Øll eru so hjartaliga vælkomin.