30.03.2023

Seinasti arbeiðsdagur hjá Elsebeth

Í dag er seinasti arbeiðsdagur hjá Elsebeth í Húsinum. Elsebeth hevur starvast í Húsinum síðani februar 2020.

Elsebeth hevur loyst mangan knútin, troysta, skelda, flent, dansa, klipt og annars brúkt síni námsfrøðiligu amboð fyri at fáa gerandisdagin í Húsinum so góðan og gevandi sum møguligt. Tí verða tað helst børnini, sum fara at merkja ein broyttan gerandisdag nú Elsebeth gevst hjá okkum

Vit vaksnu fara sjálvandi eisini at sakna hana og hóast vit seta prís uppá alt tað omanfyri, so eru vit nú meira ørkymlaði um, hvør skal rudda skuffur og skáp, og keglast við okkum um um dansibandtónleikur er góður ella ikki:)

Góða Elsebeth, vit takka fyri tíðina tú hevur givið okkum og ynskja tær alt tað besta framyvir.