16.03.2023

Swangah og Adrenaline leygardagin

Svakt, ha? Swangah fyri fyrstu í ferð í longri tíð í Klaksvík. Hitt svaka er at hava útikonsert mitt í mars, men veðrið sær út til at spæla við. So tað einasta sum nú er hjá tær at gera, er at lata teg væl í, finna vegin oman á parkeringøkið við Atlantis og vónandi fáa svakasta konsertupplivilsi:)

Vit byrja kl. 21.00 og eru heilt sikkurt liðug at rokka kl. 00.00

Atlantis hevur opið og selur sodavatn og poppkorn frá kl. 20.00 - 00.00

Vit vóna sjálvandi at síggja nógv fólk og gleða okkum sum tannáringar.

Atgongumerki á 100,- kr + avgreiðslugjald kanst tú keypa her

Tað sum eisini er mega kul er, at Norðoya Sparikassi hevur valt at stuðla okkum, og tað eru vit so hjartaliga takksom fyri