27.02.2023

Húsið 17 ár í dag

Í dag, fyri 17 árum síðani, lótu vit fyri fyrstu ferð dyrnar upp fyri børnum og ungum í Norðoyggjum. Tá húsaðust vit á Klaksvíksvegnum, og eg minnist, Ragnhild, Leivur, Flora og eg høvdu verið í gongd til langt út á morgunin fyri at fáa alt klárt til stóra dagin.

Dagurin var fantastiskur við nógvum vitjandi - Norðlýsið skrivaði tá, at eini 300 ungdómar høvdu verið á gátt. Húsið var eitt gott tilboð til ungdómin, og vit billa okkum inn, at vit eru tað enn. Í øllum førum er einki stuttligari og meira gevandi enn at sleppa at spæla ein pikkalítlan leiklut í gerandislívinum hjá okkara ungu.

Verðin er ein onnur enn hon var í 2006, og hjá okkum vaksnu er ikki altíð lætt at skilja og fylgja við, hvat gongur fyri seg, men vit royna, og tey ungu kvitterað við at geva okkum eitt innlit í teirra lív, sum ein bert fær við at verða áhugaður. 

Góðu tit ungu (sum allarhelst ikki lesa hetta - skeivur platformur:)) Vit vóru góð við teg í gjár, vit eru góð við teg í dag og vit fara at vera góð við teg í morgin - tað einasta tað krevur er, at tú loyvir okkum

Síggjast til kramarís í Húsinum seinni í dag