26.12.2022

Adrenaline hitar upp fyri Joe & the Shitboys

Fríggjakvøldið 30. desember kl 22 er konsert Niðri Undir við Joe & the Shitboys.
150 krónur entre.
-
UM SHITBOYS
Teir skítsvøku, provokerandi, karismatisku, FMA og Sement vinnandi shitpunkarnir Joe & The Shitboys hava spælt á almennum vesum, Hvalbiartunnilinum, Pride, Tvørmegi sum soundtrack til crossfit, og á øllum spælistøðum, sum eru í Føroyum.
Tí hava teir leitað sær út í heim at finna nýggjar og spennandi avbjóðingar. Hetta passaði fyri nøkrum vikum síðan, men ikki longur, tí nú er Niðri Undir komið, og her hava teir ikki verið fyrr.
Teir gleða seg til enn ein møguleika at fáa eitt helvitis ball í gongd, og at enn einaferð deila tær góðu gomlu hardcore veibirnar við okkum. Tað er alt for langt síðan seinast.
FB: joeandtheshitboys
IG: joeandtheshitposts


UM ADRENALINE
Adrenaline eru 4 ungir menn úr Klaksvík, ið hava spælt saman í 3 ár. Talan er um melodiskan pop-rokk, ið flirtrar við modernaðum pop-punki.
Adrenaline eru nógv at hoyra í kvf við hittum sum "Eg vil koyra skjótari" , “Bjarta” og “Spillikassin”
Og nú eru teir klarir at takad øll á bóli Niðri Undir.
FB: facebook.com/profile.php?id=100076374095519
IG: adrenaline_official1See less